Kongshøll 21. september
Heilsuráðstevnan
Dagar
Tímar
Min
Sek
Um stevnuna og fyrilestrar

Tríggir fyrilestrar eru á skránni fyrrapart. Hesir venda sær  til ítróttarfólk, ið íðka ítrótt á kappingarstigi

 

  • Styrkivenjing

Á hesum fyrilestri verður kunnað um hvussu yrkisleikarar eiga at venja styrkivenjing.
Michael Myhre ráðgevur, um nær og hvussu nógv ein yrkisleikari eigur at venja. At enda greiðir hann frá endamálinum og nógvu fyrimununum við hesari tilgongd.

  •  Matur til ítróttarfólk

Á hesum fyrilestri gevur Lars Skotte Jensen tær eina greiða fatan av hvør matur gevur besta úrslitið. Lær kroppin at kenna, so tú verður tað besta tú kanst. Hvat eigur tú at eta áðrenn, ímeðan og aftaná venjing/kapping? Proteinir og annað kostískoyti. Hvat eigur tú at velja?

  • Hvat krevst sálarliga fyri at avrika sítt allarbesta í kappingarhøpi?  

Kristoffer Henriksen kunnar um alt tað nýggjasta innan sálarliga økið í ítrótti. Nógvar mýtur eru um, hvat tú skalt gera, fyri at avrika mest møguligt. Her verða nógvar mýtur punkteraðar, og farið verður nógv erligari og nútímans til ítróttasálarfrøðina. Íblásturin kemur frá samstarvi við topp-atletar í avgerandi løtum í týdningarmestu kappingunum hjá teimum yvirhøvur. Ein sterk kensla av virðum sínum, ein greið ”game plan”, viðurkenning av ógreiðu, men neyðugu kenslunum í avriksløtuni og evnini at liva her og nú – tað eru partar av uppskriftini uppá at avrika best møguligt.

Fyrilesturin seinnapart vendir sær til tey, ið ynskja at klænka seg ella bara ynskja at fáa ein sunnari lívsstíl

 

Fyrilesturin seinnapartin gevur eina greiða tilgongd og hjálp til, hvussu tú varðveitir røttu vektina. Lars Skotte, sum er fyrilestrarhaldari, dugur at gera vísund um mat lætta at skilja, soleiðis at vit øll kunnu vera við. Ynskir tú at klænka teg, so byrja við hesum fyrilestrinum.

Ovurfiti og innaktivitetur er vorðin ein stórur trupulleiki. Somuleiðis gerast lívsstílssjúkur, ið standast av hesum fleiri og fleiri. Nógv hava trupulleikar av kolesterol, blóðtrýsti, aðrasjúkum ella ovurfiti. Maturin vit eta, er størsta orsøkin til hendan trupulleika, tí vit eta skeivan mat og/ella alt ov stórar mongdir.

Ein annar trupulleiki er, at tað kann verða sera torført at finna hjálp hesum viðvíkjandi. Alnetið er fult av kurum og loysnum, men tað kann verða torført at skilja ímillum hvat er fakta og hvat er ”sølutriks”. Uml 90 % av tí tú finnur á alnótini á hesum øki, er skeiv kunning og/ella beinleiðis vandamikið.

Fyrilesturin fer at vísa á, hvat ein kann gera, um ein hevur trupulleikar at klænka seg, og hann byggir á vísund, kanningar og royndir.

Fyrilestrahaldarir á heilsuráðstevnuni
Les mera um fyrilestrahaldararnir á heilsuráðstevnuni.
Michael Myre
Kandidatútbúgvin í treningsfysiologi á Københavns Universiteti við serkunnleika í styrkivenjing,
Lars Skotte Jensen
Nutrition og Physical Activity
Kristoffer Henriksen
Sportspsykologiskur konsulentur í Team Danmark
Skráin fyri stevnuna
Sí skránna, fyrilestrar og luttakarar á stevnuni.
Fyrrapart
  • Magni Mohr
    21/09/2019 09.00-09.15
    Setanin

    Magni Mohr setir ráðstevnuna

  • Michael Myre
    21/09/2019 09.15-10.00
    Michael Myhre

    - Styrkivenjing

    Michael Myhre er serfrøðingur innan styrkivenjing í sambandi við ítrótt á úrvalsstigi. Á fyrilestrinum fer hann at greiða frá nýggjastu vitanini innan úrvals styrkivenjing og týdningin av styrkivenjing á úrvalsstigi.
    Hvat hjálpir hetta uppá og hví? Hvussu fyribyrgja vit skaða, og hvussu fremja vit hetta í verki?

  • Lars Skotte Jensen
    21/09/2019 10.00-10.45
    Lars Skotte Jensen

    - Matur til ítróttarfólk

    Lars Skotte Jensen er serfrøðingur í mati, ið ein eigur eta, tá íðkað verður á úrvalsstøði. Hann fer at greiða frá, hvør matur gevur besta úrslitið, og hvussu tú lærir tín kropp at kenna, so tú kann verða tað besta tú kanst. Eisini verður komið inn á, hvat tú eigur at eta áðrenn, ímeðan og aftaná venjingar/kappingar. Proteinir og annað kostískoyti- hvat eigur tú at velja?

  • 21/09/2019 10.45-11.15
    Steðgur
  • Kristoffer Henriksen
    21/09/2019 11.15-12.00
    Kristoffer Henriksen

    - Hvat krevst sálarliga fyri at avrika sítt allarbesta í kappingarhøpi?

    Kristoffer Henriksen er serfrøðingur í ítróttasálarfrøði. Hann fer at greiða frá hvussu tú røkkur besta mentala avrikinum. Eisini fer hann at greiða frá týdninginum av at hava eina greiða ætlan og at góðtaka kenslurnar ið koma, tá harðast stendur á.

  • 21/09/2019 12.00-12.30
    Spurningar

    Hevur tú spurningar til okkara serfrøðingar um eitthvørt, fært tú møguleikan her

Seinnapart
  • Lars Skotte Jensen
    21/09/2019 14.00-14.45
    Fyrilestur

    Hesin fyrilestur er ætlaður tær, ið vilt tapa teg, ella bara ynskir ein sunnari lívsstíl.

    Lars Skotte Jensen er serfrøðingur í kosti og fysiskum aktiviteti. Hann fer at greiða okkum frá, hvussu vit ein kann basa ovurfita og øðrum lívsstílssjúkum. Hetta kemur ofta av skeivum mati og innaktiviteti.

    Á fyrilestrinum fer Lars Skotte Jensen at greiða frá, hvussu tú lætnar, hvussu tú lærir tín kropp at kenna og hvør hjálpin er júst til tín.

  • 21/09/2019 14.45-15.15
    Steðgur
  • Lars Skotte Jensen
    21/09/2019 15.15-16.00
    Fyrilestur - framhald

    Fyrilestur við Lars Skotte – framhald

  • 21/09/2019 16.00-16.30
    Spurningar

    Her ber til t.d. til at spyrja nærri um viðurskifti, tosað hevur verið um í fyrilestrinum.

Keyp atgongumerki
Keyp títt atongurmerki til tiltakið her.
Atgongumerki - Fyrrapart
DKK 749,00

Michael Myre.

Lars Skotte.

Kristoffer Henriksen.

Atgongumerki - Seinnapart
DKK 549,00

Lars Skotte

Okkara stuðlar
Set teg í samband við okkum
Um tú hevur spurningar til tiltakið, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Tíðindi