Um okkum

Toni Dam

Longu sum 5-6 ára gamal byrjaði Toni at venja styrkivenjing. Seinni, sum hjá so nógvum øðrum, bleiv tað til fótbólt og hondbólt.

Sum 20 ára gamal byrjaði hann í donsku verjuni. Eftir bert 3 mánaðir varð hann úttikin til Sergent skúla. Stutt eftir kom hann á danska landsliðið í 5-kamp. Eisini hevur hann verið á aspirant skeið í Jægerkorpset tvær reisur, og kom síðan á danska landsliðið í rifluskjóting.

Toni hevur svart belti í karate, har hann m.a. var við til DM og gjørdist nummar 4.

Innandura rógving hevur fylt nógv hjá Toni seinastu 5-6 árini . Hann hevur vunnið m.a. EM gull og silvur, HM silvur, DM silvur og fleiri føroysk gull, silvur og bronsu heiðursmerki. Eisini hevur hann roynt aðrar ítróttargreinar, men tó á lægri støði.

Ítróttur og heilsa hevur altíð haft hansara heilt stóra áhuga. Tí tók hann í summar (2018) avgerðina um, at hetta skuldi gerast hansara yrkisleið. Í dag er Toni EuropeActive international góðkendur (EREPS 4), persónligur venjari og fitnessinstruktør. Harumframt hevur hann loyvisprógv sum kostráðgevi.

 

Jákup Jacobsen

Jákup hevur verið virkin innan kropsliga venjing  frá heilt ungum árum. Síðani 2007  hevur hann átt og rikið  fitnessmiðstøðina Yndi fitness.

Jákup  er útlærður fitnessinstruktør, persónligur venjari og Pilatesinstruktør. Hann er kendur fyri ikki altíð at nýta teir siðbundnu undirvísingarhættinir, men heldur at taka støði í  hvørjum einstaka persóni. Hettar hevur  havt við sær, at hann er sera væl umtóktur sum persónligur venjari og lið venjari.

Ì mong ár hevur hann verið venjari hjá fitness atletum, sum hava luttikið í altjóða kappingum og hava staðið seg sera væl. Eisini hevur hann staðið fyri fysiskari venjing av svimjarum, fótbóltsleikarum, hondbóltsleikarum, filmleikarum og rógvarum.

Jákup brennir fyri sínum yrki og finnur stóra gleði í at síggja og hjálpa fólkum at røkka sínum málum.

Heilsuráðstevnan 21. september
Tíðindi